http://www.xlt.fo/

Soleiðis handlar tú á nethandlinum

Vel tær ynsktu vørurnar og goym tær í keypskurvini. Tøppa inn fult navn og bústað umframt veitingarbústað (um tú ynskir, at vit skulu veita vøruna). Farmagjøld eru ávirkað av, hvar vøran skal veitast.

Vel keyp og tøppa inn upplýsingar um gjaldskort. Eingin peningur verður tikin av kortinum, fyrr enn vøran fer av goymslu okkara.

Goymsluvøra verður vanliga avgreidd 1. yrkadag eftir, at bíleggingin er okkum í hendi. Um hetta av ávísum orsøkum ikki kann lata seg gera, seta vit okkum í samband við teg umvegis teldupost við nærri greining av nær, vøran kann veitast. Um tú ikki er nøgd/ur við longdu veitingartíðina, hevur tú altíð møguleika at strika keypið við at senda ein teldupost til xlt@xlt.fo. Viðmerk ordranummari, sum tú hevur fingið við telduposti, tá vøran var keypt. Veitingartíðin er vanliga 1-3 dagar, alt eftir hvar í landinum vøran skal veitast.

Bílegging, sum longu er avgreidd av goymslum okkara, kann ikki strikast, men verður avgreidd eftir reglunum um aftursenda vøru og aftursendingarrætt.

Kontokeyp
Tað letur seg gera at keypa vøru uppá konto tína á nethandlinum. Ynskir tú at stovna konto hjá XL-BYG Tórshavn, ella at fáa atgongd til eina verðandi konto umvegis nethandilin, ert tú vælkomin at seta tygum í samband við okkum umvegis teldupost á xlt@xlt.fo.

Allur handil umvegis nethandilin hjá XL-BYG TÓRSHAVN fer fram undir gjaldstreytunum, sum kunnu lesast her




XL-BYG TÓRSHAVN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5