http://www.xlt.fo/

Stuðulspolitikkur

XL-BYG Tórshavn hevur til endamáls at veita vørur til bygging og til hús og heim fyri kappingarførar prísir og við einum høgum góðsku- og tænastustigi.

Sum virkin luttakari í samfelagnum ynskja vit at stuðla ítróttaligum og mentanarligum virksemi umframt virksemi, sum hevur til endamáls at veita vælgerð ella neyðhjálp.

Stuðul til vælgerð ella neyðhjálp er eftir okkara fatan ein skylda, sum hvør okkara eftir førimuni eigur at átaka sær. Hinvegin meta vit stuðul til ítrótt og mentan sum eina íløgu, og vilja vit tí hava nakað aftur fyri stuðulin. Vit ynskja at stuðla ítrótti og mentan, tí eftir okkara fatan eigur samfelagið at hava eitt sunt og fjølbroytt mentanar- og ítróttalív.

Vit seta eina upphædd av til endamálið á hvørjum ári, og um tú ella tann felagsskapur, ið tú umboðar ynskir lut í hesi upphædd, kanst tú senda okkum eina umsókn.

Fyri at tryggja, at allar umsóknir verða sakliga viðgjørdar, er tað eitt krav, at tær eru skrivligar. Munnligar umsóknir verða ikki viðgjørdar. Umsókn um stuðul skal vera okkum í hendi í minsta lagi ein mánað, áðrenn tiltakið verður ella stuðulin skal latast. Umsóknir, sum koma inn seinni enn hetta, verða ikki viðgjørdar.

Í umsóknini skal greitt verða tilskilað, hvat endamálið er við tiltakinum ella virkseminum, hvat stuðulin skal nýtast til og hvat vit fáa afturfyri. Hvør stuðulsumbøn verður viðgjørd gjølla og sakliga, og øll fáa skrivligt svar.

Umsóknir um stuðul skulu sendast við posti, telefaksi ella telduposti til:

XL-BYG Tórshavn

mrkt: Stuðulsumsókn

Postsmoga 3038

110 Tórshavn

Faks: 31 54 60

xlt@xlt.fo

Fylg okkum
XL-BYG TÓRSHAVN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5