http://www.xlt.fo/

Vanligar treytir


Keyp á netinum
Goymsluvøra verður vanliga avgreidd 1. yrkadag eftir, at bíleggingin er okkum í hendi. Um hetta av ávísum orsøkum ikki kann lata seg gera, seta vit okkum í samband við teg umvegis teldupost við nærri greining av nær, vøran kann veitast. Um tú ikki er nøgd/ur við longdu veitingartíðina, hevur tú altíð møguleika at strika keypið við at senda ein teldupost til xlt@xlt.fo. Viðmerk ordranummari, sum tú hevur fingið við telduposti, tá vøran var keypt. Veitingartíðin er vanliga 1-3 dagar, alt eftir hvar í landinum vøran skal veitast.

Bílegging, sum longu er avgreidd av goymslum okkara, kann ikki strikast, men verður avgreidd eftir reglunum um aftursenda vøru og aftursendingarrætt.

Flutningur
Har einki annað er tilskilað, fer flutningur fram fyri rokning og ábyrgd keyparans. Um avtala er gjørd um flutning á stað keyparans, ella annað av keyparanum ávíst stað, verður vøran flutt so nær staðnum, har hon skal brúkast, sum bilurin - eftir meting bilførarans- uttan vanda kann koyra, og roknað verður við, at keyparin hjálpir til við at tøma bilin.
Er talan um serliga vanvardar vørur, ella vørur, sum skulu undir tak/inn í hita, verða hesar bert veittar, um fólk er á staðnum at taka í móti vøruni og tryggja at hon kemur til høldar.
Fyri flutning við akførum hjá 2x3 – Timburhandlinum verða skuldskrivaðar kr. 240,00 íroknað meirvirðisgjald. Fyri flutning við øðrum flutningsfyritøkum, t.e. posti, strandferðslubilum o. tíl. verður taksturin hjá teimum skuldskrivaður kundanum.
Møguligir plattar, og neyðug innballing av vøruni, verður fakturera serskilt samb teimum til eina og hvørja tí galdandi takstum.

Avsláttur og fakturering
Eingin avsláttur verður veittur av avgreiðslum undir 500,00 ikki íroknað meirvirðisgjald, hóast avtala annars fyriliggur um avsláttur. Fakturi verður sendur við telduposti og um rokningadepilin í samband við sjálvvirkandi gjalding. Um kundin krevur
pappírsfaktura sendan við posti, verður kravt fakturagjald á kr. 25,00 íroknað  meirvirðisgjald, sum verður skuldskrivað á hvørjum faktura.

Gjalding
Um onnur avtala ikki fyriliggur, skal fakturi gjaldast í seinasta lagi 8 dagar frá fakturadegi at rokna. Avsláttur av einumhvørjum slag verður bert veittur treytaður av stundisligari gjalding. Um stundislig gjalding ikki verður hildin, verður renta roknað av ágóðanum við 2% pr. byrjaðan mánað. Rentan verður tilskrivað síðst í hvørjum mánaði av tí til eina og hvørja tíð rentuberandi saldu íroknað møguligum fyrr tilskrivaðum rentum og áminningargjøldum. 2x3 – Timburhandilin tilskilar sær rætt til at krevja gjald á kr. 100,00 fyri hvørja áminning, ið neyðugt er at senda út.
Er talan um privatkonto, er nýtslan av kontoini treyta av at gjaldingin er tengd at sjálvvirkandi gjladsskipan. Verður jaldsavtalan strikað, ella misshildin verður kontoin læst fyri nýtslu beianvegin. Læst konto kann latast uppaftur, við at gjaldsavtala verður endurstovnað og evt. ógoldnir fakturar, rentur og áminningargjød verða goldin.
Konto kann bert nýtast innanfyri ásetta kredittmaximum, um saldo konto fer upp um hetta mark, verður fráboðan send um at rinda ácontogjald, soleiðis at saldo kemur inn um kreditmaximum aftur.
Er talan um vørur, ið eru serstakt framskaffaðar til kundan, er galdandi at handilin er bindandi fyri kundan í tí løtu vøran verður umbiðin, uttan so at tað er gjørligt hjá 2x3 – Timburhandlinum at annulerað bíleggingina hjá veitarum sínum.
Í serligum førum har talan er um størri veitingar av serordraðum vørum, eitt nú køkar, gólv, vindeygu og hurðar, tilskilar 2x3 – Timburhandilin sær rætt til at krevja gjald ella ácontogjajd áðrenn ella í samband við bílegging.
Serliga framskaffa vøra verður fakturerað tann dagin vøran kemur fram til goymsluna hjá 2x3 – Timburhandlinum og verða hesar servørur verða veittar sum skjótast eftir at tær eru komnar á goymsluna. 
Er talan um at evt. avtala verður gjørd um at vøran skal standa á goymslu eina tíð, verður vøran goymd á goymsluni hjá 2x3 Timburhandlinum fyri keyparans egnu rokning og ábyrgd –herundir er tað kundans ábyrgd at lata vøruna tryggja.

Umbýting av vørum
Vørur kunnu býtast um innan 8 dagar, eftir at tær eru keyptar. Vørur verða bert tiknar aftur sambært frammanundan gjørdari avtalu í hvørjum einstøkum føri. Vørurnar skulu vera óbrúktar, lýtaleysar og í upprunaligari innpakking. Treyt fyri móttøku av
vørum, sum skulu býtast um ella latast innaftur, er, at keyparin leggur við skjalprógv fyri, at vøran er keypt í handlum hjá 2x3 – Timburhandlinum. Góðkendar afturbornar vørur verða góðskrivaðar við frádrátti upp á minst 10% av fakturaprísi. Kundin rindar sjálvur fyri flutning av vørum, ið skulu býtast um ella latast innaftur. Góðkend aftursend innpakking, t.e. plattar,rammur o. a.,
verður góðskrivað, um hon er send okkum franko í óskaddum standi, seinast 1. mánað frá okkara veiting.
Gevið gætur: 
1. Vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan, verða ikki tiknar aftur ella umbýttar.
2. Bjálving verður ikki tikin retur
3. Aluminiumstakplátur verða ikki tiknar retur.


Vansar
Keyparin má beinanvegin, hann hevur fingið tilfarið, og áðrenn tað verður tikið í nýstlu, kanna veittu vørurnar, fyri at tryggja sær, at hesar eru lýtaleysar.
Endurgjaldskrøv fyri vansar, eisini mongdarmun, ið er ella átti at verið funnin við slíkari kanning, mugu verða sett fram beinanvegin, og seinast 8 dagar eftir, at tilfarið er veitt á pláss keyparans, fyri at kunna verða góðtikin.  Møgulig feilir í fakturum, prísum ella avslátttri o.t. skulu boðast okkum frá innan 8 dagar eftir at fakturi er móttikin.
Serliga skal gerast vart við at óynskt frábrigdi, sum kunnu staðfestast áðrenn nýtslu SKULU fráboðast áðrenn vøran
verður nýtt
.
Keyparin má tí, áðrenn tilfarið verður nýtt, tryggja sær, at sjónlig óynskt frábrigdi í liti og stødd ikki eru til. Fráboðanir um nevndu frávik verða ikki viðgjørd sum reklamatión um kundin hóast hetta velur at taka vøruna í nýtslu. Fyrivarni verður tikið
fyri fráviki í mun til sýnislutir.
Vit átaka okkum onga endurgjaldsábyrgd fyri ófullfíggjaðar vørur ella skaðar, orsakað av óhóskandi/skeivari nýtslu av tilfarinum, og somuleiðis kann heldur ikki áleggjast okkum endurgjaldsábyrgd fyri støddar- og litmun í t.d. veggja-, gólv-, lofts-, og fasaduklædningi, umframt hurðum og skápum.

Fyrivarðni
2x3-Timburhandilin tilar sær rætt til at gera broytingar og dagføringar  í sølu- og gjaldstreytunum, um hettar verður mett at verða neyðugt




 

 



 

 


Fylg okkum
2X3 -TIMBURHANDILIN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5