http://www.xlt.fo/

XL-BYG TÓRSHAVN

Vit hava tríggjar deildir í XL-BYG TÓRSHAVN: Byggimarknaðurin, timburhandilin og handverkarabúðin. Í handverkarabúðini leggja vit dent á at veita dygdarvørur og -tænastu til teir mongu handverkarakundarnar. Saman við timburhandlinum á Heykavegi miðsavna vit allar vørur, ið eru beinleiðis ætlaðar okkara yrkiskundum her.

Í byggimarknaðinum veita vit alskyns vørur til eginbygging, hús, heim og urtagarð. Vit umboða m.a. ítrivsketuna: Panduro Hobby og urtagarðsketuna: Bo-grønt, umframt sterka vøruúrvalið hjá XL-BYG. Hetta merkir samanumtikið eitt breiðari vøruúrval og fleiri og betri tilboð til kundar okkara.

Annaðhvørt tú velur at keypa í handlum okkara ella á nethandlinum, eru vit klár við einum sterkum toymi av starvsfólkum – og veitarum, sum eru útvaldir við kappingarføri, trúfesti og góðsku fyri eyga. Saman vilja vit veita tær trygd fyri, at tú fært røttu loysnina frá okkum.


Virðisgrundarlag

Virksemi okkara byggir á atlit at føroyska samfelagnum og tí tørvi, sum føroysk bygging hevur. Vit leggja dent á at trúvirðið og uppmerksemið er á høgum støði í øllum virki okkara - bæði í samskifti við viðskiftafólk, samstarvsfelagar og starvsfólk.

Tryggir karmar og teamwork eru grundarsteinar undir menning, trivnaði og arbeiðsgleði á arbeiðsplássi okkara. Saman við hesum og góðum fakligum starvsfólkaførleikum, vilja vit tryggja best hugsandi úrslit fyri kundan, samfelagið og okkum sjálvi.


Tilverugrund (missión)

Tað er okkara gleði og heiður at veita virðismiklar vørur til bygging og tað føroyska heimið.


Hugmynd (visjón)

Vit vilja skara framúr og verða kend fyri trivnað, trúvirði og góðsku


XL-BYG

1. jan. 2016 gjørdist vit partur av handilsketuni XL-BYG. Handilsketan fevnir um uml. 300 handlar og er sera væl umboðað í Norðurlondum. XL-BYG® er ein handilsketa, sum byggir á frítt samanhald. Hetta merkir, at allar fyritøkurnar í ketuni eru sjálvstøðugar við hvør sínum eigara. Allir handlar í fyritøkuni byggja á langa fakliga siðvenju, samstundis sum teir eru rótfestir í nærumhvørvinum. XL-BYG veitir so statt viðskiftafólkum sínum stórrakstrar-fyrimunir, samstundis sum vinningurin verður verandi, har handilin hevur sítt virksemi.


Søga


Fylg okkum
XL-BYG TÓRSHAVN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5