http://www.xlt.fo/

OKKUM SÓKNAST EFTIR 4 STARVSFÓLKUM TIL XL-BYG TÓRSHAVN


STARVSFÓLK TIL CAFÉ KRÓKIN Í XL-BYG TÓRSHAVN

Starvið
Starvið í Café krókinum er umleið 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi arbeiðstíðum og annan hvønn leygardag. Starvið inniber, at tú fyrst og fremmst fer at virka innan avgreiðslu og tænastu mótvegis kundum okkara.

Vit vænta
At tú ert málsøkin, setur kundatænastu í fremstu røð og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari ímillum nakrar sera dugnaligar starvsfelagar.

Umsóknarfreistin
Umsóknir skulu sendast til mj@xlt.fo. Starvið verður sett so skjótt sum skikkaður umsøkjari er funnin. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maj Johannesen tel 281853


SØLUFÓLK TIL KØKSDEILDINA Í XL-BYG TÓRSHAVN

Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum sølufólki til køksdeildina hjá XL-BYG TÓRSHAVN

Vit bjóða
Eitt starv í eini framkomnari fyritøku, har vit við at seta tænastu og góðsku í hásæti virka í einum spennandi og vaksandi virkisøki innan handil. Tú kemur at virka í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki, har vit seta tænastu ráðgeving og gott arbeiðsumhvørvi í hásæti.

Starvið
Inniber, tú skal luttaka í virkna søluarbeiðinum innan køkar og alt, sum hartil hoyrir. Høvuðsuppgávurnar hjá tær verða hesar:

- Ráðgeving og vegleiðing
- At máta upp og tekna køkar
- Tilboðsarbeiði
- Kundaavgreiðsla

Vit vænta

At tú hevur royndir í at selja køkar, at tú ert málsøkin, setur kundatænastu í fremstu røð og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari ímillum nakrar sera dugnaligar starvsfelagar.

Løn og setanartreytir
Verða ásettar sambært førleikum og royndum.

Umsóknarfreistin
Er 10. august 2017, og skulu umsóknir sendast til:
xlt@xlt.fo viðmerk umsókn, ella til

XL-BYG TÓRSHAVN
Heykavegur 4
Boks 3038
110 Tórshavn


SØLUFÓLK TIL BYGGIMARKNAÐIN Í XL-BYG TÓRSHAVN

Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum sølufólki til byggimarknaðin hjá XL-BYG TÓRSHAVN

Vit bjóða
Eitt starv í eini framkomnari fyritøku, har vit við at seta tænastu og góðsku í hásæti virka í einum spennandi og vaksandi virkisøki innan handil. Tú kemur at virka í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki, har vit seta tænastu ráðgeving og gott arbeiðsumhvørvi í hásæti.


Starvið
Inniber, at tú sleppur at royna teg innan ymsu vøruøkini, ið eru at finna hjá okkum. Í tøttum samstarvi við starvsfelagar tínar verða høvuðsuppgávurnar hjá tær hesar:


- Søla og innkeyp
- Kundaavgreiðsla
- Ráðgeving og vegleiðing
- Tilboðsarbeiði


Vit vænta
At tú ert málsøkin, setur kundatænastu í fremstu røð og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari ímillum nakrar sera dugnaligar starvsfelagar.

Løn og setanartreytir
Verða ásettar sambært førleikum og royndum.

Umsóknarfreistin
Er 10. august 2017, og skulu umsóknir sendast til:

xlt@xlt.fo viðmerk umsókn, ella til

XL-BYG TÓRSHAVN
Heykavegur 4
Boks 3038
110 Tórshavn


LÆRLINGUR TIL BYGGIMARKNAÐIN Í XL-BYG TÓRSHAVN

Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum lærlingi til byggimarknaðin í XL-BYG TÓRSHAVN

Vit bjóða
Eina útbúgving í eini framkomnari fyritøku, har vit við at seta tænastu og góðsku í hásæti virka í einum spennandi og vaksandi virkisøki innan handil. Tú kemur sum lærlingur at virka í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki, sum seta tænastuna og gott arbeiðsumhvørvi í hásæti.

Starvið
Inniber, at tú sum lærlingur sleppur at royna teg innan ymsu vøruøkini, ið eru at finna hjá okkum. Í tøttum samstarvi við starvsfelagar tínar verða høvuðsuppgávurnar hjá tær hesar:


- Søla og innkeyp
- Kundaavgreiðsla
- Ráðgeving og vegleiðing
- Tilboðsarbeiði

Lærutíðin
Er 3 ár um umsøkjarin hevur lokið FHS prógv, og 2 ár um HH útbúgving er lokin.

Vit vænta
At tú ert málsøkin, røkin, setur kundatænastu í fremstu røð, og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari millum dugnaligar starvsfelagar.

Tú fært
Eitt spennandi lærupláss, har tú kanst menna tíni evni innan sølu og tænastu á einum stórum og virknum arbeiðsplássi. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsóknarfreistin
Er 10. august 2017, og skulu umsóknir sendast til:

xlt@xlt.fo viðmerk umsókn, ella til

XL-BYG TÓRSHAVN
Heykavegur 4
Boks 3038
110 Tórshavn


Fylg okkum
XL-BYG TÓRSHAVN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5