http://www.xlt.fo/


Gott forarbeiði er avgerandi
Skalt tú hava ein nýggjan grasvøll, skal moldin fyrireikast væl, um tú skalt roknað við at fáa eitt gott úrslit. Hetta er bæði galdandi, tá ið tú sáar, og tá ið vøllurin verður lagdur sum flag. Í grundini skal forarbeiðið gerast á sama hátt, uttan mun til hvat tú velur.
Moldin skal vera passandi leys
Moldin skal veltast væl so hon verður leys einar 20-25 cm niður. Steinar skulu pilkast burtur úr moldini og ókrút og røtur skulu lúkast burtur. Er moldin ógvuliga føst, sum ofta er galdandi í sambandi við nýbygging, er neyðugt at fara longri niður enn 20-25 cm. Allarhelst er neyðugt at loysa moldina einar 40-50 cm niður. Veltingin eigur altíð at verða gjørd, meðan moldin er nøkulunda turr.
Ein vakur grasvøllur er slættur
Økið, har grasvøllurin skal liggja, skal helst vera slætt. Nýt tí ein planka at fáa økið so slætt so øguligt, soleiðis at t.d. smáar túgvur á vøllinum fáast burtur.
Eingir luftlummar
Tá ið moldin verður velt, koma oftast øki við ov leysari mold og luftlummum, sum við tíðini fara at vísa seg sum ójavnar (kullur) í grasvøllinum. Tað er tí umráðandi, at tú við smáum fetum traðkar alt økið til, áðrenn slættingin verður gjørd. Ein urtagarðstrumla kann eisini nýtast, men tað fyrra gevur besta úrslitið.
Gras upp móti flísum
Um grasvøllurin kemur upp ímóti flísum og gøtum, skal hugsast um, at skal grasvøllurin leggjast sum flag, skal vøllurin slættast, so hann verður 15 mm lægri en flísarnir.
Vatnið væl
Er moldin turr, skalt tú vatna væl í upp til eitt samdøgur, áðrenn sáað ella flagað verður. Eftir at flag er lagt, er sera trupult at fáa vætuna at seta niður í moldina ta fyrstu tíðina. Tí er sera umráðandi, at hetta verður væl gjørt áðrenn flagingina.
Kanning av moldini
Grasvøllurin er vakrari og slitsterkari, tá ið mølin er væl drenað og tá ið súrleikin og tøðini í moldini eru í javnvág. Ivast tú í, um hetta er í lagi, kanst tú fáa moldina kannaða, áðrenn farið verður í gongd.

    Rullugras pr 1 pll = 45 m2
    Rullugras pr 1 pll = 45 m2

    6185001

    Prísur pr m2

     

    kr. 129,00

    Rullugras pr 2 pll = 90 m2
    Rullugras pr 2 pll = 90 m2

    6185002

    Prísur pr m2 (levering 14 dg)

     

    kr. 129,00

    Rullugras pr 3 pll = 135 m2
    Rullugras pr 3 pll = 135 m2

    6185004

    Prísur pr m2

     

    kr. 99,00

    Rullugras pr 5 pll = 225 m2
    Rullugras pr 5 pll = 225 m2

    6185008

    Prísur pr m2

     

    kr. 79,00

    Fylg okkum
    XL-BYG TÓRSHAVN | Heykavegur 4 | Tel 31 12 50 | Faks 31 54 60 | Teldupostur: xlt@xlt.fo
    Kontunr.: Bank Nordik 6460 221.550.2 | Eik 9181 200.042.5